Ein bretskur maður hevur helst sett met í at koyra ov skjótt.
Blaðið The Telegraph veit at siga, at ein maður varð tikin fyri at koyra 205 km/t í vestara parti av Sussex. Á London Road, har hann koyrdi, var ferðmarkið annars 50 km/t.
- Hetta er ógviligasta dømi, vit nakrantíð hava havt um brot á ferðmarkið, sigur Simon Williams, sum er talsmaður fyri RAC, sum selur bilatryggingar og kannar koyring í Bretlandi.