Ein motorsúkkluførari man iðra seg í morgun yvir, at viðkomandi royndi hvat motorsúkklan megnaði í nátt. Tí hóast flestu fólk nokk hava sovið, tá viðkomandi koyrdi ein túr á landsvegnum á miðjari nátt, so var løgreglan á varðhald.
Klokkan tvey í nátt steðgaði løgreglan nevniliga viðkomandi, eftir at motorsúkkluførarin yvir eitt longri strekki hevði koyrt 144 km/t í einum øki har hámarksferðin var 80 km/t.
- Viðkomandi missur rættin til førarakort, og umfatar tað eisini koyrikortið til bil, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Harumframt gjørdi løgreglan § 13 kanningar í Vágunum í gjár, har fimm bilførarar fingu eina heilsan frá løgregluna.
Tveir bilførarar fingu bót fyri niðurslitin dekk, tveir bilførarar fyri ikki at hava koyrikort á sær og tann síðsti fyri ein lyktafeil.










