Koyrdi 141 km/t í nátt

Tríggir koyrdu ov skjótt, og ein misti koyrikortið á staðnum.

Í nátt hevur løgreglan verið á ferð og tikið bilførarar, sum koyrdu ov skjótt. Fýra mál vóru í nátt við bilførarum, sum vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Ein koyrdi 105 km/t, tveir koyrdu 109 km/t, og tann seinasti koyrdi heili 141 km/t.

 

 

Hetta var millum klokkan 1.30 í nátt og klokkan 3, at løgreglan steðgaði hesum førarum. Tríggir teirra fingu klipp í koyrikortið, men tann, sum koyrdi 141 km/t, fekk treytaleysa frádøming og misti koyrikortið á staðnum.

 

 

Tað viðførdi so, at hann í nátt mátti lata bilin standa við Norðskálatunilin og sleppa víðari á annan hátt.