Koyrdi 129 km/t millum Fjarða

Ein ungur maður hevði einans havt koyrikortið í fáar dagar, tá løgreglan í nátt tók tað frá honum, fyri at hava koyrt ov skjótt.

Meðan fólk um landið antin lógu og svóvu ella hildu allahalgannanátt, var ferðslupolitiið úti og gjørdi ferðmátingar. Í nátt stóðu teir millum Fjarða og ikki færri enn seks bilførarar vóru tiknir við ov nógvari ferð. Tríggir teirra fingu klipp í kortið, meðan hinir tríggir mistu koyrikortið. Ein teirra misti tað treytað, tað vil siga, at hann skal upp í nýggja koyriroynd, tá Akstovan sendir boð eftir honum.

 

Hinir mistu koyrikortið á staðnum, ella fingu koyriforboð, sum tað verður kallað í hesum føri. Talan var um tveir ungar bilførarar, báðir 18 ára gamlir. Hevur ein havt koyrikortið í minni enn tvey ár og verður tikin við so nógvari ferð, at tú missir tað, fært tú koyriforboð og koyrikortið verður tikið á staðnum. Teir mugu so upp til nýggjar royndir hjá Akstovuni, áðrenn teir fáa koyrikortið aftur. Annar bilførarin hevði havt koyrikortið í eitt hálvt ár, meðan hin einans hevði havt tað í nakrar dagar.

 

Skjótast málda ferðin millum Fjarða í nátt var 129 km/t.