Myndugleikarnir í India siga, at í minsta lagi 20 milliónir fólk úr grannalandinum Bangladesh eru komin ólógliga til landið tey seinastu árini. Stjórnin vil vera við, at fremmandafólkini eru ein hóttan fyri indisku trygdina, og tí er nú avgjørt at senda tey heimaftur. Hví tey verða mett sum ein hóttan, hava indisku myndugleikarnir ikki sagt nakað um.
Innanríkisráðið í New Dehli viðgongur, at hetta er ein møtimikil uppgáva, men hevur kortini sett sær fyri at fáa tey fremmandu av landinum í tíðarskeiðinum frá apríl til juni í ár.
At kalla øll, sum eru komin úr Bangladesh til India, eru muslimar, og indisku myndugleikarnir hava fyrr róð uppundir, at fleiri teirra hava verið uppi í ymsum ólógligum virksemi. Eitt nú eru summi teirra løgd undir at hava hjálpt pakistansku fregnartænastuni at njósnast í India.