Koyrandi er nú úr øllum bygdum

- Tað var gott at koyra úr Vestmanna í morgun, og pláss var fyri tveimum bilum á vegnum allan vegin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

- Tað var gott at koyra úr Vestmanna í morgun, og pláss var fyri tveimum bilum á vegnum allan vegin.

 

Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum sjálvur var komin úr Vestmanna í morgun.

 

Hann vísir á, at á vegnum var líka sum pláss fyri, at tveir lastbilar eisini kundu møtast, men koyrast skal kortini varliga, tí kavi kann detta niður á koyribreytina.

 

Vaktleiðarin sigur, at tað serliga er omanfyri Kvívík, at nógvur kavi liggur, men eisini her er gott at koyra í løtuni, tá koyrt verður eftir umstøðunum.

 

- Í morgun er frost, eini fýra minusstig, men spurningurin er, hvussu verður við vatninum, tá kavin fer at tiðna, sigur vaktleiðarin.

 

Á løgreglustøðini í morgun siga tey, at seinasta náttin annars hevur verið stak friðarlig. Einki er frætt um ferðsluóhapp, og kring um í landinum hava fólk eftir øllum at døma skikkað sær væl.

 

Landsverk visti í morgun at siga, at koyrandi er í løtuni til og úr øllum bygdum í landinum, soleiðis at fólk fyribils sleppa til arbeiðis.

 

Nú sigur hann aftur lágætt, nógvan vind og lýggjari veður, men óvist er í løtuni, hvat tað fer at merkja.