Koyra ST av landinum

Myndugleikarnir í Usbekistan hava givið ST-umboðsmanninum í flóttafólkamálum boð um at fara av landinum.

Í boðunum stendur, at umboðsmaðurin skal fara úr Usbekistan innan ein mánað. Usbekiska stjórnin vil vera við, at ST verjir brotsmenn og yvirgangsmenn, tí felagsskapurin hjálpir fólki, sum rýmdu úr Usbekistan til grannalandið Kirgisistan aftan á eina miseydnaða kvettroynd í býnum Andijan í mai í fjør.

ST-umboðsmaðurin sigur, at hann harmast avgerðina hjá usbekisku stjórnini, men at hann fer at gera eftir boðunum. ST fer kortini ikki at sleppa flóttafólkunum upp á fjall, men fer at útvega teimum hjálp á annan hátt enn higartil, sigur umboðsmaðurin við AP-tíðindastovuna.