- Sjálvandi er tað ein stórur fyrimunur, at grótið til útfylling og planering kann takast úr Gøtudali, tá alternativið annars hevði verið grótbrotið á Hústoft í Lamba. Avtala er gjørd við Eysturkommunu um, at grótið, sum brúkast skal í vegagerðini í Leirvík, kann takast burtur av ætlaða handilsøkinum, sum kommunan fyri fáum árum síðan planeraði í Gøtudali.
Tá økið var liðugt planerað, vóru røddir frammi sum søgdu, at økið lá ov høgt í mun til lendið annars, og nú nýggi vegurin skal byggjast í Leirvík, kemur fyllingin, sum var ov nógv, til góðar í hesi verkætlan.
Andrias Lamhauge, stjóri í RTS Contractors, sigur, at tað sjálvandi er ein stórur fyrimunur, at grótið til útfylling og planering kann takast úr Gøtudali, tá alternativið annars hevði verið grótbrotið á Hústoft í Lamba.
- Koyringin úr Gøtudali er sjálvandi nógv styttri enn av Hústoft.
Hann leggur aftrat, at í minsta lagi fýra stórir bilar koma at koyra grót úr Gøtudali til Leirvíkar.
Stjórin í RTS Contractors sigur, at teir hava bíðað í 17 mánaðir eftir at sleppa í gongd við hesi verkætlan, og nógv fundarvirksemi hevur verið um hetta arbeiði í hesum tíðarskeiði.
- Men eg haldi, at allir partar eru fegnir, nú komið er har til, at arbeiðið er farið í gongd. Vit eru eisini ótrúliga fegnir um at kunna fara undir hetta arbeiði sum kemur at fevna um tað mesta av tveimum árum, sigur Andrias Lamhauge.










