Koyra diplomat til hús

Myndugleikarnir í Letlandi hava givið einum russiskum diplomati boð um, at hann er óynsktur í landinum, og at hann tí eigur at fara aftur til Russlands sum skjótast. Sagt verður, at dioplomaturin hevur fingist við virksemi, sum ikki er sambariligt við hansara støðu sum diplomatur. Hetta orðalagið verður vanliga brúkt, tá diplomatar verða lagdir undir njódning. Uttanríkisráðið í Riga sigur, at diplomaturin er vístur av landinum orsakað av upplýsingum, sum trygdartænastan hevur útvegað um hann.