Parken Sport & Entertainment og Grand Prix-serian í Speedway hava gjørt avtalu, sum tryggjar, at tað eisini verður kappast í Speedway í Parkini komandi fimm árini. Talan hevur verið um drúgvar samráðingar, men í tíðindaskrivi verður sagt, at báðir partar fegnast um semjuna, sum nú er funnin. Næsta koyringin í Parkini verður tó ikki fyrr enn 13. juni.