Koyr okkum heim, Strandferðslan!

Morgunin í morgun var heilt vanligur fyri miðnámsskúlanæmingarnar, ið búgva úti á bygd. Eins og vanligt tóku næmingarnir skúlabussin til Havnar fyri at fara í skúla. Men tá skúladagurin er liðugur, sleppa næmingarnir ikki heim. Er hetta vegna veður, ella er hetta orsakað einum feili hjá Strandferðsluni?
Tað er skilligt, at Strandferðslan avlýsir bygdaleiðir í vánaligum koyrilíkindum. Men Næmingaráðið í Hoydølum metur ikki, at Strandferðslan hevur givið miðnámsskúlanæmingum eina nøktandi viðferð.
Sum skilst, so hevur Strandferðslan boðað frá avlýsingini í útvarpinum fyrrapartin, men hetta hoyra næmingar - eftir røttum - ikki. Næmingar hava atgongd til alnetið men hendan kunning er ikki komin út á alnetið fyrr enn kl. 12.39 á kringvarpsheimasíðuni og kl. 11.24 á portal.fo. Seinasti bussur úr Havn til Vestmannar koyrdi 09.05, og seinasti bussur úr Havn til Vágarnar koyrdi kl 10.00.
Altso standa næmingar nú heimleysir í Tórshavn. Næmingar vita sjálvsagt av, at hetta kann henda, tá man býr á bygd, og veðurlagið er sum tað er í Føroum. Men tað sum er undrunarvert er, at leið 300, ið er farðleiðin millum Sørvág og Tórshavn, koyrir úr Sørvági til Havnar um 12.00’tíðina.
Næmingaráðið metir, tað verða neyðugt at Strandferðslan sigur miðnámsskúlunum frá, tá bussleiðirnar vera avlýstar so knapt. Og avgjørt eigur Strandferðslan at siga skúlunum frá, áðrenn seinasta rutan er farin. Flestu miðnámsskúlar hava góðar møguleikar at bera næmingum boð á skjótan hátt. Í hesum føri, meta vit, at Strandferðslan kundi boðað skúlunum frá avlýsingunum og gjørt ein eyka túr kl 12.00 úr Tórshavn.
Við vón um eftirtekt!
 --------

Næmingaráðið í Hoydølum
Linda Vest Niclasen, forkvinna
Árni Egholm, næstformaður
Jóhan Bech Húsgarð, kassameistari
Regin í Dali, skrivari
Jóhannes Rasmussen, nevndarlimur