Fyrr vóru tey flestu bilverkstøðini skitin og óruddulig, bæði innan og uttan. Tað var ofta sum at hyggja inn í eitt svart hol. Men á hesum økinum er vent í holuni. Í dag eru tey flestu bilverkstøðini rein og ruddilig. Hjá Reyni Service í Hoyvík hava teir eina "Taski Combimat 2500" reingerðingsmaskinu. Talan er um eina stóra maskinu, har "maskinførarin" situr í maskinuni, eins og var tað ein trukkur e.l. Maskinan arbeiðir skjótt og effektivt, og hon er løtt at koma runt á gólvinum við. Hetta er sjálvsagt treytað av at hon sleppur til allastaðni. Alt má vera lagt soleiðis til rættis at maskinan sleppur allastaðni á bilverkstaðnum. Tummas Pauli av Reyni, frá Reyni Service, sigur, at teir brúka maskinuna hvønn dag. Maskinan er so løtt at brúka, tað er sum at fara ein biltúr. "Maskinførarin" setur seg í maskinuna og koyrir avstað, meðan vatn og sápa verða sprænd á gólvið og bustirnar vaska, síðan verður vatnið sogið upp aftur í maskinuna. Tað at maskinan snarar á øllum fýra hjólunum, ger tað at hon snarar rundan um seg sjálva. Hetta ger at hon er sera løtt at arbeiða við. Taski reingerðingsmaskinur fáast í ymiskum støddum.
Sp/f A.H. Jensen í Stoffalág
Tað er Sp/f A.H.Jensen í Stoffalág sum umboðar Taski reingerðingsmaskinurnar. Åge H. Jensen í Havn eigur og rekur fyritøkuna, ið selur alt innan reingerð, frá vaskiklútum til stórar reingerðingsmaskinur.
Åge H. Jensen er dani, hann kom til Føroyar í 1981. Hann er útbúgvin slaktari og arbeiddi í mong á sum slaktari hjá Føroya Keypsamtøku í Hoyvík. Síðan 1991 hevur hann selt ymisk reingerðingsevni. Fyri tveimum árum síðan lat hann egnan handil upp í leigaðum hølum í Stoffalág. Nakrar ferðir um árið kemur ein servicemaður frá Johnson Diversey, ið levera Taski reingerðingsmaskinurnar, til Føroya at eftirhyggja maskinurnar. Fyritøkan hevur eisini egnan servicemann í Føroyum.