Undan dystinum á Skála sunnudagin vóru trý lið jøvn í stigum ? Stjørnan, Kyndil og StÍF ? og høvdu samstundis øll tað til felags, at tey nú móti endanum á kappingarárinum eru á bronsuveiðu.
Tí var líka umráðandi fyri bæði StÍF og Kyndil at vinna dystin teirra millum, tí vinnarin slapp leysur úr hesum lítla trunkanum mitt í stigatalvuni.
Yvirhøvur gekk sera javnt á frá byrjan og allan fyrra hálvleik, so alt bendi á ein tættan og spennandi dyst líka til tað síðsta.
Men tá einir tíggju minuttir vóru eftir til hálvleiks, var málverjin hjá Kyndli, Fríða Petersen, so óheppin at koykja sær fótin og noyddist at lata seg taka út.
Ikki var hugsingur hjá henni at halda fram í dystinum, og tí noyddist útispælarin Randi Wardum í mál. Hóast hon í fótbólti er málverji hjá HB, var leikluturin sum hondbóltsmálverji púra nýggjur fyri hana.
Hon gjørdi eisini alt tað, hon kundi gera í málinum, men kortini var missurin av Fríðu nakað, ið ikki kundi sleppa undan at ávirka restina av dystinum.
So er eisini at siga, at StÍF spældi ein góðan dyst og átti munin í seinna hálvleiki, tá avgerðin í dystinum fall.
Royndu at svara aftur
Kyndil royndi at verja seg við eitt nú at mansverja toppskjúttan hjá StÍF, Astu Petrauskiene, men tað munaði so lítið, tí í staðin fekk eitt nú Alina Olaru gongd á sítt spæl.
Hóast StÍF fekk betru byrjanina í seinna hálvleiki og fór eitt fitt petti framum, megnaði Kyndil fleiri ferðir at koma aftur, og munurin upp á fýra mál var minkaður niður í eitt, tá hálvur tími var eftir.
Ta næstu løtuna gjørdi StÍF so eitt lop í málskjótingini og fór frá 21-20 upp á 26-20. Kyndil fekk sær »time-out« og megnaði enn eina ferð at svara nokk so væl aftur, men sum tíðin leið, gjørdist eingin vegur aftur, tí til tað var StÍF-liðið ov vælkoyrandi.
Sostatt gjørdist tað til ein rímiliga tryggan 29-25 sigur, ið gevur StÍF ein lítlan fyrimun fram um Kyndil og Stjørnuna í kappingini um bronsukrónurnar.
Enn eru tó fýra dystir eftir, og tá so tætt er millum liðini í miðjuni, kann enn nógv henda, áðrenn greitt er, hvør strýkur avstað við bronsuni og hvør situr eftir við ongum.
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 29-24 (14-14)
Málskjúttar:
StÍF: Alina Olaru 9, Asta Petrauskiene 7, Súnfríð B. Jacobsen 5 (4), Anna Maria Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Elin Jacobsen 2, Paula Mortensen 1, Poula D. Olsen 1
Kyndil: Iliana Manulescu 7 (1), Annika Ljósstein 6, Sonja Smiljic 5 (2), Ann Mari Wang 4, Sabine Frølund 1, Annika Thomsen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 3Dómarar: Sámal Hansen og Kristian Johansen