Danska matvørustýrið krevur nú, at fleiri kosttilskot verða kallað inn aftur, tí tey innihalda ólógligu plantuna savpalme, (Serenoa repens (Bartr.) Small), sum er undir illgruna fyri, at hava ringa ávirkan á hormonskipanina. Brúkarar verða bidnir um at lata vørurnar inn til handilin har tær eru keyptar, ella at koyra tær burtur. Talan er um hesar vørur:
Saw Palmetto, Natures Sunshine selt av LSL Danmark Aps. Selt í heilsuhandlum í íløtum við 100 í hvørjum.
Revitalife Vitex Multi-Blend Tincture Ladies Choise selt av Rheumacure A/S via internetið. Selt í fløskum við 100 ml.
Natures Ressource Savpalme selt av Apopharm Aps gjøgnum heilsuhandilin Vitalisten. Selt í íløtum við 50 í hvørjum.
Saw Palmetto, íløt í tveimum støddum við 100 og 300 í, Saw Palmetto Max-V, ílat við 60 kapsler umframt Horny Goat Weed, íløt í tveimum støddum við 120 og 360 í, frá Vitaviva selt á www.vitaviva.com.










