Ferðslutrygd
Á hesi talvu sæst at tað ber til at fremja nógvar atgerðir,sum kunnu minka um avleiðingarnar av eini vanlukku. Men ofta er tað í roynd og veru kostnaðurin sum forðar fyri at tílíkar atgerðir kunnu fremjast í verki. Men um vit samanbera við tað sum ferðsluvanlukkurnar kosta samfelagnum, er prísurin ikki so høgur. Nú eru longu fleiri ár liðin, síðan starvsnevndin í RFF fekk kunnleika um Null-hugsjónina, og vóru teir beinanvegin hugtiknir av tí nýggja hugsunarhátti og hugburði, sum hendan hugsjón grundaði framtíðar ferðslupolitikk sín á.
Tørvur á ferðslupolitikki
Starvsnevndin tók Null-hugsjónina at sær, og farið var til verka við skeiðum, fjølmiðlakunnung, samrøðum, upplýsing á heimasíðuni, fundum við landsstýrismenn og brævaskiftum, við tí endamáli at tillaga Null-hugsjónina til føroysk viðurskifti. Null hugsjónin kundi verði samtykt á Føroya Løgtingi, sum karmur um ein framtíðar ferðslupolitikk, so sum tað nú er gjørt í nógvum øðrum londum. Starvsnevndin hevði vóna at Føroyar kundu verða fyrsta landið aftan á Svøríki við Null-hugsjónini, men so bleiv ikki. Vit eru enn eitt av teimum fáa londunum sum ongan ferðslupolitikk hava
Brot úr fyrilestri hjá Petur J.Sigvardsen, starvsnevndarformanni í RFF