Kostnaðurin fleirfaldaður

Kostnaðurin at rigga Tórvøll til rennibreyt er vorðin átjan ferðir størri enn upprunaliga mett

TÓRSVØLLUR

Í sínari tíð skuldi tað ?bert? kosta eina hálva millión at gera Tórsvøll til reiðar at leggja rennibreyt rundanum fótbóltsvøll, og so skuldi kostnaðurin fyri sjálva breytina koma afturat.
Hetta framgongur í grein í Sosialinum 13. apríl 1999, har formaðurin fyri Tórsvallargrunnin, Poul Michelsen, verður endurgivin fyri at siga, at kostnaðurin fyri at flyta áskoðaraplássini, soleiðis at pláss verður fyri rennibreyt, skuldi vera ein hálv millión krónur.
Hetta tal er nú vorðið átjan ferðir størri eftir neyvar kanningar. Sostatt var fyrsta metingin ikki tað minsta á røttu leið.
À sama fundi, sum Poul Michelsen nevndi hálvu milliónina, vístu umboð fyri frælsan ítrótt á, at tað ongantíð var ætlanin at fáa rennibreyt um Tórsvøll, og tey roknaðu heldur ikki við, at hon fór at koma.
Tórshavnar býráð samtyki 6. apríl 2000, at Tórsvøllur skuldi vera fótbóltsvøllur burturav.
Hóast arbeiðið at fáa rennibreyt um Tórsvøll hevur fingið nýtt lív, so er tað í løtuni lítið, sum týðir upp á, at hetta verður veruleiki.
Tað eydnaðist okkum ikki ikki at fáa fatur á Poul Michelsen til eina viðmerking.