Sum eg áður havi greitt frá, so kostaði sjálv standmyndin av Victor Danielsen 500.000 krónur. Av hesi upphædd varð kommununar partur 380.000 krónur.
Standmyndaøkið:
Keyp av sethúsum til niðurrívingar: 560.000,- kr
At gera økið klárt: 598.175,- kr
Íalt 1.158.175,- kr
Eg vóni, at hetta er eitt nøktandi svar.
Fyri henda pening hava vit fingið eitt vakurt øki – mitt í býnum - við einum listarverki, sum telist millum tey mætu.
Ein minnisvarða yvir mentamannin Victor Danielsen, ein av teimum, sum slóðaði fyri og legði lunnar undir móðurmálið í skrift og talu.
Enn einaferð vil eg sláa fast, at vit eiga at virða tey, sum fyri hava slóðað, sjálvt um snævurskygda samtíðin ikki megnar at fáa eyga á veruligu virðini.