Luka Kostic heldur tað vera ein stórur heiður at vera millum kandidatarnar til føroyska landsliðsvenjararasessin. Og við seks árum sum ungdómslandsliðsvenjari hjá Íslandi, metir Luka Kostic, at hann hevur fingið góðar royndir í landsliðsarbeiði.
Í landsliðsarbeiðinum fyri Ísland hevur Luka Kostic millum annað sæð nakrar dystir hjá føroyska U17-landsliðnum, og honum dámdi væl tað, hann sá.
- Eisini havi eg sæð fleiri føroyskar landsliðsleikarar í íslendsku deildini. Hesir hava gjørt tað væl. Serliga var Jens Martin Knudsen heilt ótrúligur, og Símun Samuelsen stendur seg ógvuliga væl í løtuni, segði Luka Kostic við Rás2.
Annars vísti serbin á, at tað er stórur líkheit millum íslendskan og føroyskan fótbólt.
? Føroysku og íslendsku leikararnir eru hart arbeiðandi, erligur og kropsliga væl fyri, metir Luka Kostic.
Hvør skal gerast landsliðsvenjari?










