Kostar yvir 200 milliónir

SKÚLAR Í HAVN Tað verður eitt ódnartak hjá Tórshavnar Kommunu at leggja allan skúlaskapin í Havnini um, soleiðis sum ein arbeiðsbólkur mælir til

Tað er greitt, at skal nýggi skúlabygnaðurin setast í verk, verður talan um eitt ódnartak fyri Kommununa.
Sum tað sæst í hinari greinini, hevur ein arbeiðsbólkur hjá Býráðnum kann tørvin á skúlum í Havnini hesi næstu 30 árini og samstundis hevur bólkurin mælt til kollveltandi broytingar, sum fara at krevja stórar íløgur og umleggingar hesi næstu árini.
Tilsamans fer ætlanin at kosta yvir 200 milliónur krónur.
Arbeiðsbólkurin vísur á, at Eysturskúlin verður liðugt høvuðsumvældur í summar, men skal hann eisini hýsa frítíðarskúla, verður neyðugt við smávegis útreiðslum afturat til ymsar tillagingar.
Sankta Frans skúli krevur eisini eina høvuðsumvæling og hon er mett at kosta einar 31 millionir krónur.
Hvussu nógv tað fer at kosta at byggja ein nýggjan Vesturskúla, veldst sjálvsagt um, hvussu stórur hann skal vera.
Verður skúlin tvey sporaður frá forskúla til 7. flokk og fýra sporaður í 8. og 9. flokki, og skal hann harafturat hava frítíðarskúla, fer hann at kosta einar 180 milliónir krónur, tá ið sammett verður við skúlan á Argjahamri.
Men arbeiðsbólkurin heldur, at tað er rætt at kanna um tað ikki ber til at byggja einfaldari og bíligari.
Samstundis hevur arbeiðsbólkurin ikki mett um, hvat kommunan kann fáa fyri at selja
onkran skúla sum kanska verður til avlops í nýggja skúlabygnaðinum.
Harafturat hava bæði Argja skúli og Hoyvíkar skúli, tørv á eini høvuðsumvæling um ikki so langa tíð.
Flytir Nám X flytur út í Argja skúla, er væntandi, at tað verður neyðugt við umvælingum fyri einar 15 til 20 milliónir krónur.
Men flytur Nám X inn í miðbýin við Kongagøtu, verður mett, at neyðugt verður at byggja nýggj skúlahøli fyri einar 25 milliónir krónur.
Skulu skúlarnir í kommununi harafturat fyrireikast til forskúla og frítíðarskúla, er væntandi at ávísar útreiðslur skulu brúkast til ymsar tillagingar.
Hinvegin er eingin neyv kostnaðarmeting um, hvat ein sjálvstøðugur frítíðarskúli kostar, men prísurin er tann sami, sum tað kostar at byggja skúlar og dagstovnar, sigur arbeiðsbólkurin.

Skúlastýri hoyrast
Arbeiðsbólkurin staðfestur, at nær ein nýggjur skúlabygnaður verður settur í verk, veldst sjálvsagt um, hvussu frammaliga býráðið raðfestur spurningin.
Men staðfest verður samstundis, at tað verður neyðugt at leggja málið fyri skúlastýrini fyri
Eysturskúlan, Kommunuskúlan, Sankta Frans skúla og Venjingarskúlan til hoyringar.
Hetta eru skúlar, sum verða ávirkaðir av bygnaðinum og tískil skulu skúlastýrini hava høvi til at gera sínar viðmerkingar til ætlanina.
Av tí at talan verður um at leggja skúlar saman, verður eisini neyðugt at taka Mentamálaráðið við upp á ráð.
- Tá ið skúlarnir í miðstaðarøkinum skulu hava tveir flokkar færri í hvørjum árgangi, verður neyðugt at hava hetta í huga í sambandi við í innskrivingini í fyrsta flokk.
- Hetta kann gerast til næstu innskriving í januar 2014, sigur arbeiðsbólkurin.
Hetta krevur, at hvat børnum í vesturbýnum viðvíkur, er neyðugt, at innskrivingin verður betri stýrd, enn hon er nú.
Arbeiðsbólkurin staðfestur, at hetta merkir, at frælsi at velja skúlar verður skert, tí fleiri børn í vesturbýnum skulu í skúlan á Argjahamri, har pláss er fyri nógv fleiri næmingum.
Somuleiðis verður neyðugt at leggja nakrar flokkar saman.
- Hetta kann gerast við at upploysa allar flokkar, sum verða ávirkaðir av skipanini, og so blanda kortini av nýggjum, sigur arbeiðsbólkurin.

LES EISINI: Kommunuskúlin skal niðurleggjast