Kostar Tórshavnar Kommunu eina hálva millión

Í Tórshavnar Býráði vilja tey ganga undan at verja umhvørvið. Tí fegnast tey um, at ein nýggj kunngerð um bunkring kemur í gildið á nýggjárinum, hóast tað beinanvegin kostar kommununi eina hálva millión.

Eftir nýggju kunngerðini, er tað ein treyt, at oljusperringar verða lagdar rundan um skip, tá ið tey bunkra tungolju.

Og tí hevur Tórshavnar Kommuna samtykt í kvøld at keypa eina oljusperru fyri eina slaka hálva millión krónur.

Men tað høvdu býráðslimir onki ímóti, tí tey søgdu, at býráðið átti at ganga undan at verja umhvørvið.

Oljusperringin skal mest brúkast Inni á Sundi, har Smyril bunkrar tungolju við jøvnum millumbili.

Men oljusperran er á trumlu, sum er drivin við oljutrýstið og hon er løtt at flyta og kann sostatt flytast runt, har tørvur er á tí og hon kann eisini leigast út til onnur.

Tað undraði onkran býráðslim, hví Tórshavnar Kommuna skuldi betala fyri at tryggja oljuveiting frá SEV til Smyril.

Nú skal so uppskot gerast um prísir og gjøld fyri at brúka og leiga sperruna.

Men tað varð upplýst, at er talan um oljudálking av landi, hevur kommunan ábyrgdina, men kemur dálkingin inn frá havinum, er tað landið, sum hevur ábyrgdina.