Kostar fleiri hundrað krónur at berjast

Eitt mál um harðskap er reist hetta vikuskiftið og nøkur hava eisini fingið bót fyri at gera um seg

Sum heild hevur tað verið rættiliga friðarligt um vikuskiftið, men kortini hava nøkur mál verið, har løgreglan mátti upp í

Í Suðuroy fóru tveir mans at berjast við eitt skeinkistað og annar av teimum fekk nakrar snuddir. Løgreglan hevur skuldsett báðar menninar fyri brot á politiviðtøkurnar og tað fáa teir bót fyri.

Í einum yvirliti stendur, at bótin fyri at berjast, er 800 krónur, men bardagi við skaða kostar 1.500 krónur í bót.

Sunnumorgunin fóru tveir mans eisini til hendurs í einum skeinkistaði í Havn. Har fekk annars maðurin so mikið av skaða, at hann mátti á skaðastovuna til viðgerar. Í hesum føri hevur løgreglan reist eitt mál um harðskap, sum tey nú fara at kanna nætti.

Annars hevði løgreglan eitt ferðslu-átak tíðliga leygarmorgunin, har 30 bilar vórðu steðgaðir í Kollafjarðardali, um framt at bilar eisini vórðu steðgaðir aðrastaðni. Úrslitið av tí er, at tríggir bilførarar vórðu skuldsettir fyri at koyra við kenning, tveir í Havn og ein í Vágum.

Somuleiðis hava trý fólk fingið bót fyri ólátaðan atburð í náttarlívinum í Havn. Tvey av teimum vóru útlendingur, og í tí eina førinum gekk eitt sindur strilti at fáa greiði á, hvør viðkomandi varð, so hann varð tikin á løgreglustøðina at bíða til tað var runnið av honum aftur.