Tað hendir seg, at ferðafólk koma illa fyri í fjøllunum kring landið og so mugu bjargingarfólk at leita og at bjarga teimum. Mangan er tað so í slíkum førum, at boð eisini verða send eftir tyrluni hjá Atlantsflogi, ella vaktar- og bjargingarskipunum hjá Vørn at vera við í bjargingararbeiðnum.
Ofta hava fólk sett sær spurningin, hvat hetta mann kosta, og røddir hava verið at krevja endurgjald frá ferðafólkum, sum mugu bjargast úr fjøllunum, tí ført verður fram, at slíkt bjargingararbeiði kostar nógvar pengar og at tað líkst ongum, at føroyska samfelagið skal bera kosnaðun av slíkum.
Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum umsitur tilbúgvingina, sigur, at í roynd og veru kostar hetta bjargingararbeiðið ikki nakað sum helst. Hann vísir á, at virksemið hjá bjargingarfeløgunum er grundað á sjálvboðið og ólønt arbeiði, og hann sigur, at tað ber ikki til at gera teirra bjargingararbeiði upp í pengum uttan eitt drúgt kanningararbeiði. Men hann leggur afturat, at tað eru heldur eingi dømi er um, at bjargingarfeløgini hava sent myndugleikanum rokning í sambandi við arbeiðið at leita eftir ferðafólkum og at bjarga teimum úr fjøllunum.
Hann sigur at tað kostar heldur ikki tilbúgvingini hjá Vørn nakað stórvegis eyka, at leita eftir ferðafólki og at bjarga teimum. Samanborið við alt virksemið annars, er tað ógvuliga avmarkað, hvat skipini hjá Vørn brúka av tíð til at leita eftir ferðafólki og at bjarga teimum, og tí tyngir hetta ikki nógv fíggjarliga, sigur Jacob Vestergaard.
Hann leggur afturat, at av og á eru eisini boð eftir tyrluni, tá ið ferðafólk koma illa fyri í fjøllunum. Vørn hevur eina avtalu við Atlantsflog um at fáa tyrluna eitt ávíst tímatal til leiting og bjarging, men tyrlan er ongantíð Brúkt enn avtalaða tímatalið.
– Tí kann sigast, at tað hevur ongantíð havt eykakostnað við sær at hjálpa ferðafólki, sum eru komin illa fyri í fjøllunum, sigur landsstýrismaðurin.