Arbeitt verður við at gera eitt føroyskt heiðurstekin. Lógaruppskotið skal verða klárt næstsa ár.

Kostar eina millión at gera heiðursmerki til føroyingar

Nevnd hevur síðani 2023 arbeitt við einum uppskoti um føroyskt heiðursmerki

Arbeitt verður við at gera eitt føroyskt heiðurstekin. Lógaruppskotið skal verða klárt næstsa ár.

Í sambandi við fíggjarlógararbeiðið hevur Løgtingsins fíggjarnevnd sett ymsu ráðunum spurnignar í sambandi við ymiskt, sum landsstýrið hevur biðið um pengar til á Løgtingsfíggjarlógini.

Fíggjarnevndin spyr eitt nú Løgmansskrivstovuna, nær arbeiðið hjá nevnd at fyrireika leiðreglur fyri eitt alment heiðurstekin verður liðugt, og hvat arbeiðið fer at kosta.

Har verður svarað, at nevndin, sum arbeiðir við einum uppskoti um føroyskt heiðursmerki, varð sett í november 2023.

– Nevndin arbeiðir eftir at hava eitt uppskot til eina skipan við føroyskum heiðursmerki klárt fyrst í 2025, sum m.a. fevnir um lógaruppskot og eina frágreiðing um reglur og tað formliga kring eitt føroyskt heiðursmerki. Samstundis verður arbeitt við at sniðgeva eitt heiðursmerki (motiv og tilfar v.m.), har nevndin saman við uttanhýsis fólki (listafólk, grafikarar o.o.) skulu gera eitt frumsnið til eitt føroyskt heiðursmerki, sæst í skølunum hjá fíggjarnevndini.

– Hetta arbeiðið verður væntandi eisini liðugt fyrst í 2025. Eftir hetta skal uppskotið til eitt føroyskt heiðurstekin gerast klárt til politiska støðutakan. Játtanin á 400.000 kr.

skal nýtast til endaliga arbeiðið hjá nevndini og fyrireika eitt ítøkiligt uppskot til útsjónd av heiðursmerki, stendur í svarinum frá Løgmansskrivstovuni. 

Har verður eisini upplýst, at við nýtsluni í 2023 og játtanini í 2024 og 2025, er samlaði kostnaðurin av arbeiðinum ein sløk millión krónur.

 

 

Arbeitt verður við at gera eitt føroyskt heiðurstekin. Lógaruppskotið skal verða klárt næstsa ár.