Tað hevur givið landskassanum góðar 14 milliónir meiri í inntøku, at hendan samgongan hækkaði avgjaldið á bensini og diesel 2016.
Tað staðfestur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana um nøkur ætlan er um at lækka avgjaldið á bensini og diesel. Hann vísir á, at tá ið samgongan hækkaði avgjaldið í 2016, var ein grundgeving, at prísurin var lækkaður so mikið nógv, at fólk toldu at avgjaldið varð hækka.
Men nú prísurin á bensini og diesel aftur er nógv hækkaður, vil Bjørn Kalso so hava at vita um avgjaldið nú verður lækkað aftur.
Men tað eru ongar ætlanir um tað. Kristina Háfoss sigur, at tá ið sitandi samgonga tók við í september 2015 setti hon sær fyri at loysa tvey høvuðsmál, ið undanfarna samgonga ikki kláraði. Og tey høvuðsmálini vóru at fáa avlop á fíggjarlógina, og at geva fólki við lág- og meðalinntøkum ein skattalætta.
– Uppskotið um at hækka avgjaldið á bensin og diesel var sostatt eitt av fleiri uppskotum við tí endamáli at leggja skattaskipanina um, soleiðis tey við lágari og meðal inntøku, fingu ein fyrimun, umframt at eisini fólkapensjónistar fingu ein serligan lætta.
– Fyri at tryggja, at tey, ið hava langan veg til arbeiðis, ikki vórðu rakt av tí at avgjaldið á bensini og diesel hækkaði, varð ferðastuðulin til fólk, ið koyra til og frá arbeiði, eisini hækkaður 10 prosent. Sostatt eru útreiðslurnar hjá landskassanum til ferðastuðul eisini hækkaðar.
– Skatturin á vanligari løn er lutfalsliga høgur í Føroyum, og tí ætlar samgongan ikki at lækka avgjøldini á bensini og diesel, tí avleiðingin av tí hevði verið, at vanligi skatturin av lønum, má hækkast fyri framhaldandi at hava ráð til eitt vælferðarsamfelag.
Kristina Háfoss vísir á, at 1. januar 2016 hækkaði avgjaldið á bensini úr 2,40 krónur fyri liturin til 2,70 krónur fyri liturin. Avgjaldið á diesel hækkaði úr 50 oyru fyri liturin, upp í 75 oyru fyri liturin.
Í fjør innfluttu vit 15,1 milliónir litrar av bensini og 27,7 milliónir litrar av diesel. Sostatt komu tilsamans góðar 14 milliónir krónur inn í avgjøldum enn tað annars hevði komið.
– Hinvegin minkaði inntøkan hjá landskassanum 137 milliónir í 2016 av tí at fólk við lág- og miðalinntøkum fingu ein skattlætta, samstundis sum at avgjaldið á bensini og diesel, hækaði, sigur Kristina Háfoss.