Kostar 300 milliónir eyka at binda Hest upp í

Tað er meiri og meiri sum bendir á, at fólkið í Hesti verður við sviðusoð

Tað er ikki nógv, sum bendir á, at tinglimir eru sinnaðir at binda hest í ætlaða undirsjóvartunnilin úr Streymoy í Sandoy.

Tað skilst á øllum brøgdum, nú Løgtingið viðgerð ætlanirnar at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Í løgtinginum er upplýst, at tríggjar linjuføringar eru lagdar fyri tunnilin.

Tær báðar linjuføringarnar til beinleiðis tunnil ímillum Streymoy og Sandoy, kosta ávikavist 835 og 865 milliónir krónur.

 

Men skal Hestur Knýtast upp í, kostar tunnilin 1.150 milliónir, ella ímillum 285 og 315 milliónur meiri.

 

Tað skilst á viðgerðini í morgun, at politikararnir eru ikki serliga hugaðir at tosa um at knýta Hest upp í.

 

Eitt undantak er Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum heldur, at løgtingið eigur at taka tunnilin í Hest við í víðari viðgerðini.

 

Eitt annað undantak er Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum heldur óítøkiliga sigur, at hann vónar, at Løgtingið kann svara hestfólki, aftur upp á teirra spurningar, nú vit standa á hesum vegamótinum.

 

Meiri ítøkiligur var floksfelagið hansara, Jenis av Rana, sum heldur, at Hestur skal knýtast upp í, tí hann sigur, at royndir úr Noregi siga, at verður farið framvið smáum oyggjum, eru tær deyðadømdar og hann er sannførdur um, at Hestur fær somu lagnu.

 

Poul Michelsen ásannar, at tað er gott at hava víðan sjónarring. Men at verða víðskygdur, merkir eisini at vísa fíggjarliga ábyrgd. Men Løgtingið eigur at taka støðu til tunnilin í Hest og so vil tað vísa seg, um tað at verða víðskygdur í hesum føri, er so dýrt, at tað er ein fíggjarlig forðing.

 

Eisini Kári P. Højgaard sipar til meirkostnaðin og vísir á, at tunnil í Hest er ikki umfataður av semjuni ímillum flokkarnar.

 

Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi vísti á meirkostnaðin, men staðfestir, at er borgarstjórin í Havn sinnaður at rinda meirkostnaðin, fer hann ikki seta seg ívegin fyri tí.

 

Hinvegin hevur borgarstjórin í Havn víst á í Degi og viku, at ferðasambandi til útoyggjarnar er eitt landsmál.

 

Men hann ivast ikki í, at Tórshavnar Kommuna vil vera við til at rinda vegagerð í Hesti í sambandi við tunnilin.

 

- Tað er ein spurningur um vilja, hugburð og samstarv, segði borgarstjórin.

 

Les eisini: Fólkið í Hesti fekk eitt skot fyri bógvin , har eisini Eivin Jacobsen og ELsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hava nøkur orð at bera undirsjóvartunlinum út í Hest.