Kostar 121 kr fyri hvønn næming

Ósemjan millum Føroya Lærarafelag og Føroya Kommunufelag merkist væl í skúlanum á Giljanesi. Kaos valdar í fleiri lærugreinum, og har tosa tey eisini um at lata 10. flokk sleppa at velja lærugreinir umaftur ? og bara lata tey velja millum tær bókligur lærugreinirnar. Á Giljanesi kostar savnsrøktin 121 krónur fyri hvønn næming

? Okkara skúli er fullkomiliga lamin á fleiri økjum og skerdur á øðrum økjum, sigur Hans Jørgensen, stjóri á skúlanumá Giljanesi í Vágum.
Har hava tey verið merkt av hesi ósemju tann mánaðin, sum er farin av hesum skúlaárinum. Hans Jørgensen sigur, at trupulleikin ikki var so stórur fyri summarfrítíðina, tí tá hjálptust tey við tí, sum var keypt inn, og sum í summum førum varð keypt til alt skúlaárið.
Men nú hava tey stórar trupulleikar á Giljanesi.
? Smíðstovan kann ikki brúkast, og næmingarnir sleppa ikki at arbeiða. Lærararnir verða noyddir at finna upp á ráð ? og fáa næmingarnar at gera eitthvørt, sum hevur okkurt við evnið at gera, sigur Hans Jørgensen.
í alis- og evnaførði klára tey seg kanska eina tíð afturat, tí har verður keypt inn soleiðis, at tað varar eitt sindur longur. Í lærugreinini handarbeiði er skilið tað sama sum í smíð, har er einki tilfar at arbeiða við, og tað sama er galdandi fyri evning, hvar valdar kaos, sigur skúlastjórin.
Hans Jørgensen vísir á, at t. d. 10. flokkur er eitt tilboð til næmingarnar. Skúlin á Giljanesi er ein litil skúli, og tað hevur frammanundan við sær, at lítið er at velja í, tí næmingagrundarlagið er so lítið.
? Verður hendan trætan ikki loyst sum skjótast, so er spurningurin um vit ikki skulu lata næmingarnar í 10. flokki velja umaftur ? og tá bara geva teimum bókligar lærugreinir í at velja, sigur Hans Jørgensen, sum hevur boðað bæði Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðnum frá teirri ótolandi støðuni.
Hans Jørgensen vil ikki taka støðu til, hvør av pørtunum hevur rætt og ikki.
? Men man kann ikki lata hetta ganga út yvir skúlan á henda hátt ? serliga ikki tá vit eru so illa sperd frammanundan, staðfestir hann.
Skúlastjórin á Giljanesi vísir eisini á, at lærararnir eru í føstum starvi. Teir kunnu ikki sigast upp, hóast eingin undirvísing er í ávísum lærugreinum. Eisini er tað eitt krav til næmingarnar í 10. flokki, at teir skulu hava í minsta lagi 28 undirvísingartímar, so tað ber heldur ikki til at gera teimum frí.
Hans Jørgensen sigur við Sosialin, at hann herfyri fekk ábendingar um, at málið fór at verða loyst, og tí gjørdu tey ikki meira við málið. Men nú hevur hann fingið at vita, at støðan er fæst læst í Føroya Kommunufelag.
Fyri skúlan á Giljanesi er talan um 30.000 krónur um árið, sum tað kostar í kommununnar parti at rinda fyri savnsrøktina. Á skúlanum eru 248 næmingar, sum allir eru merktir av hesi ósemju, hóast eldru flokkarnir í størri mun merkja hetta.
Fyri hvønn næming er talan um 121 krónur?



:::::MYNDATEKSTIR:::::

HANS JØRGENSEN::
? Verður hendan trætan ikki loyst sum skjótast, so er spurningurin um vit ikki skulu lata næmingarnar í 10. flokki velja umaftur ? og tá bara geva teimum bókligar lærugreinir í at velja, sigur Hans Jørgensen, sum hevur boðað bæði Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðnum frá teirri ótolandi støðuni



EIN SMÍÐSTOVA:::
? Smíðstovan kann ikki brúkast, og næmingarnir sleppa ikki at arbeiða. Lærararnir verða noyddir at finna upp á ráð ? og fáa næmingarnar at gera eitthvørt, sum hevur okkurt við evnið at gera, sigur Hans Jørgensen