Fyri løtu síðani fall dómur í Føroya rætti í sakarmálinum, har Javnstøðunevndin hevur meldað eina fyritøku í Havn fyri at søkja eftir einum manni til goymsluna.
Fyritøkan fekk 1.000 krónur í bót. Dómarin kom til ta niðurstøðu, at javnstøðulógin uttan iva er brotin. Kortini valdi dómarin at taka atlit til, at fyritøkan hevur misskilt javnstøðulógina og hvussu langt hon røkkur. Av tí at tað er ógreitt bæði í lógartekstinum og lógararbeiðinum, og at Javnstøðunevndin ongar vegleiðingar hevur um júst hetta, valdi dómarin at minka um bótina. Ákærin kravdi upprunaliga at fyritøkan fekk 5.000 krónur í bót, men dómarin setti altso revsingina til 1.000 krónur.
Ákæruvaldið vísti á, at fyritøkan hevði søkt eftir einum manni til eitt starv, sum ikki treytarleyst var knýtt at ávísum kyni og tí var talan um brot á javnstøðulógina.
Verjin vardi seg við, at talan var um eitt starv í goymsluni hjá fyritøkuni, og tí var tað neyðturviliga neyðugt við einum mannfólki, tí starvið setur høg krøv til styrki.
Fyritøkan søkti fyrstu ferð eftir einum manni til goymsluna 3. februar. Tá setti Javnstøðunevndin seg í samband við fyritøkuna og greiddi frá, at hetta var ólógligt. Stjórin segði tá, at hann metti seg ikki hava gjørt nakað skeivt, men skuldi taka hetta til eftirtektar.
6. juni søkir hann tó aftur eftir einum manni til goymsluna. Javnstøðunevndin bað fyritøkuna broyta tekstin, men hon sýtti. Tí bleiv málið meldað.
Grein 3, stykki 2 í Javnstøðulógini (løgtingslóg nummar 52 frá 3. mai 1994), sigur soleiðis:
- Ikki er loyvt arbeiðsgevara at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið... Í heilt serligum føri kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi.
Dómarin metir, at fyritøkan er sek í at gera mismun millum kynini, tá søkt verður eftir manni, tí ikki ber til at siga, at eingin kvinna hevði megnað at røkt starvið, hóast talan er um tungt arbeiði.
Kortini metir dómarin, at fyritøkan allarhelst hevur misskilt javnstøðulógina og hvussu vítt hon fevnir og letur tí hendan iva koma fyritøkuni til góðar. Tí er bótin sett til 1.000 krónur og ikki 5.000 krónur, sum ákæruvaldið kravdi.