Kostaði aftur fýra bilførarum klipp í koyrikortið

Hvørja ferð, løgreglan er her, endar tað galið hjá fleiri bilførarum

Løgreglan, enn ein ferð, verið á Glyvursvegi í Havn og á Argjum, við ferðmátaranum. Tað er ein breiður og góður vegur, har bilførarar hava lyndi til at koyra ov skjótt. Men har er bara loyvt at koyra 50. Av tí sama er løgreglan eisini, javnan og savnan á staðnum við ferðmátaranum, tað grettir ikki, at fleiri bilførarar verða tiknir, hvørja einastu ferð.

 

Nú hevur aftur verið á Glyvursvegi og hesa ferð vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Teir koyrdu allir ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman, og tað gevur teimum eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 2.500 krónur í part.