Í januar mánaði var ein ógvusligur tilburður í Klaksvík.
Nøkur ung fólk sótu og ballaðust, og tá hendi tað, at verturin hótti ein annan mann við knívi.
Hesum vildi beiggi tann stungna ikki finna seg í, fór ímillum, og endin var, at hann fekk knívin í búkin.
Nú hevur hann fingið at vita, at tann, sum førdi knívin, varð frídømdur fyri grovan harðskap.
- Eg gjørdist í øðini, tá ið eg hoyrdi tað. Eg var stungin og fekk ein 20 cm langan skurð, lá leingi á sjúkrahusi og havi havt stóran fíggjarligan miss, sigur Hans Sigmarsson Jacobsen.
Hann er komin fyri seg aftur, arbeiðir hvønn dag, men hendingin fer ikki frá honum.
Málið var fyri í rættinum 18. mai, og tá varð maðurin við knívinum dømdur 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri hóttanir.
Eingi prógv
- Hann kundi ikki dømast fyri vilja at hava stungið, tí eingi prógv vóru fyri tí. Av tí sama var ákæran um vandamiklan harðskap slept. Alt hendi so knappliga, sigur Finn Ougaard, varafúti, sum var ákæri í málinum.
Hans Sigmarsson Jacobsen heldur tað framvegis vera løgið, at nakar kann sleppa so lætt eftir at hava brúkt knív. Eina annar maður hevur sitið varðhaldsfongslaður í meira enn eitt ár fyri at hava brúkt knív.
Sambært Finn Ougaard høvdu ølll fólkini í hendingini góða kenning, men hann veit ikki, hvussu ávirkaður maðurin við knívinum var og av hvørjum, ti eingin blóðroynd varð tikin. Hvi tað ikki varð gjørt, veit ákærin ikki.










