Umboð fyri serbarnar í norðara parti av Kosovo ynskja at fáa loysing frá Kosovo, so teirra umráði í staðin kann vera partur av Serbia.
Hetta hendi, eftir at fýra kommunur við greiðum serbiskum meiriluta á einum fundi í Zvecan í gjár settu á stovn sítt egna tjóðarting.
Samtyktin reisir iva um avtaluna um sokallaða normalisering millum Kosovo og Serbia, sum bæði lond hava samtykt.
Henda avtala var ein av treytunum fyri, at Serbia kundi fara undir beinleiðis tingingar um ES-limaskap.