Ein dystur er í kvøld leiktur í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.
Kosovo, ið tapti 21-32 fyri Føroyum í høllini á Hálsi prógvaði aftur í kvøld, at teir eru eitt annað lið at fáast við í Prishtina í Kosovo.
Kosovo vann í kvøld 31-30 á Ukraina. Kosovo var á odda 16-12 í steðginum.
Liðfelagin hjá Sasja Lacok í Lugi, Leonard Gegaj var toppskjútti hjá Kosovo við níggju málum.
Dmytro Artemenko var við 10 málum toppskjútti hjá Ukraina
Kosovo hevur áður á heimavølli megnað javnleik 33-33 móti Niðurlondum.
Sunnudagin klokkan 17 spæla Ukraina og Kosovo dyst í Litava. Sama dag klokkan 14 spæla Føroyar dyst á útivølli móti Niðurlondum.
Alt er opið í bólki 6, ið støðan í bólkinum eisini prógvar:
##med2##
Kelda: Soccerstand