Kosovo lýst sjálvstøðugt

Evropa fekk eitt land afturat í dag, tá Kosovo loysti frá Serbia Tað var Hashim Thaci, forsætisráðharri, sum seinnapartin kunnaði tjóðartingið um, at Kosovo er nú sjálvstøðugt land.

Roknað verður við, at USA flestu lond í ES fara at viðurkenna tað nýggja ríkið beinanvegin. Serbia hevur harafturímóti boðað frá, at tað viðurkennir ikki Kosovo sum sjálvstøðugt land, og tað ger Russland heldur ikki.

Meginparturin av fólkinum í Kosovo eru albanar, men nógvir serbar búgva har norðuri í landinum. Tað ljóðar, at serbarnir í Kosovo flagga við serbiska flagginum í dag fyri at mótmæla avgerðini at loysa.