Kortslutningur hjá leirvíkingum

LÍF fór seinnapartin úr Gundadali við ongum. Einki bendi í 1. hálvleiki á, at B36, sum fyri langari tíð síðani er flutt niður, skuldi fáa nakað burturúr.

LÍF hevði fitta lotið undan, og longu í 6. minutti legði Adrian Joensen LÍF á odda. Síðani høvdu leirvíkingar nógv spæl og fleiri heilt góðar møguleikar. Ofta vóru teir óneyvir, og tá ið teir raktu innanfyri málkarmin bjargaði Jóan Pauli Jakobsen sera væl.

Eftir steðgin hevði B36 vindin undan, og tá var verjuspælið hjá LÍF út av lagi vánaligt. Í 52. minutti spældi Tummas Hans Rubeksen Sigurð D. Carlsson leysan, og hesin javnaði til 1-1. Eitt korter fyri leiklok skoraði Tummas Hans B36 sigursmálið, tá ið hann rann frá LÍF verjuni. Í 2. hálvleiki hevði B36 fleiri aðrar møguleikar at skjóta mál.