Intrum Justitia er innheintingar fyritøka, sum finst um nærum allan heim. Í Europa er hon at finna í einum 20 londum, og upprunaliga hoyrdu Ísland og Føroyar undir økið hjá Danmark. Men av tí at íslendski og føroyski marknaðirnir tóktust dønum ov smáir, fingu íslendingar fyri nøkrum árum síðani loyvi at stovna sína egnu deild av Intrum Justitia.
Við í loyvinum fylgdu Føroyar, og fyri góðum ári síðani sýntist íslendingum løtuna komna, at fyritøkan eisini arbeiddi seg inn á føroyska marknaðin.
- Eg hevði í mong ár starvast sum skipsmeklari í útlandinum, og hevði ferðast víða í hesum ørindum. Tey sambond, eg hevði upparbeitt tóktust helst Føroya Banka áhugaverd, so eg fekk boðið starv hjá teimum. Men so ein dagin hevði ein sakførari boð eftir mær og vildi vita, um eg hevði áhuga at starvast í fyritøku, sum hevði í umbúna at seta á stovn deild í Føroyum, greiðir Jákup Jensen frá.
Tó at tað ikki kom fram, hvør fyritøkan var, var Jákup ikki avvísandi, og longu dagin eftir ringdi hesin sakførarin og bað um fund aftur dagin eftir, sum var ein hósdag.
Á hesum fundinum kom Jákup mestsum í avhoyring og síðani bleiv ein triði fundur skotin upp at vera um vikuskiftið. Men av tí at Jákup skuldi til Danmarkar, mátti hann beinleiðis úr Keypmannahavn til Íslands sunnudag.
Skjót avgerð
Har kom Jákup út í eina rættiliga triðja stigs avhoyring, og eftir hetta fóru íslendsku vertirnir útum eina løtu. Stutt eftir komu teir aftur við einum tíggju síður sáttmála, og so fekk Jákup Jensen boð um at skriva undir.
Hann vildi kortini hava sáttmálan heim við at lesa ígjøgnum í frið og náðum, men har var einki við at gera: take or leave it! Íslendingar høvdu brúk fyri einum manni, ið kundi taka skjótar avgerðir, og eftir at hava tosað við baklandið, tað er konuna, gjørdi hann av at skriva undir.
Hetta var fyri einum góðum ári síðani, 1. apríl í fjør, og síðani nýtti Jákup nakrar mánaðir at kanna marknaðin. Í september var so klárt at lata upp, og Intrum Føroyar var ein veruleiki.
Tað hevur gingið ógvuliga væl hesa tíðina, fyritøkan hevur verið á føroyska marknaðinum.
- Vit hava longu nú um 350 fyritøkur sum kundar, og vit eru seks fólk í starvi. So vit kunnu ikki annað enn vera nøgd við gongdina higartil, sigur Jákup Jensen.
Eisini sjálv innheintingin hevur gingið sera væl, og Jákup metir, at um 85% av innkrevjingunum eru fingnar inn.
Kanna gjaldsmynstrið
Intrum Justitia er ein fyritøka, sum finst í umleið 20 londum í Europa, umframt í ymsum londum kring allan heim. Fyritøkurnar í Íslandi og Føroyum eru í eini serstøðu, tí tey í veruleikanum eru sjálvstøðug feløg, meðan hini øll eru undir einum og skrásett á partabrævamarknaðinum.
Men øll feløgini hava tó tað til felags, at tey tvær ferðir um árið lata eina kanning gera av gjaldsmynstrinum í tí landi, har tey virka. Og nú Intrum Føroyar hava gott hálvt ár á baki, fer eisini føroyska deildin at lata gera slíka kanning av føroyska gjaldsmynstrinum, eina sonevnda benchmark kanning.
Hesar kanningar geva nógv ymisk og áhugaverd svar. Í Hollandi vísir henda kanning eitt nú, at 48% av krøvum móti kundum, er móti fólki undir 35 ár. Sama mynstrið finst í Noregi.
Sama kanning vísir, at í Finlandi og Svøríki verða gjaldsavtalur ógvuliga væl hildnar, meðan í Italia og serliga Portugal stendur illa til í so máta. Og tær royndir Jákup Jensen higartil hevur gjørt sær benda á, at Føroyar verða at finna í miðuni ella kanska enntá í verra endanum í so máta.
Tað er altíð áhugavert at síggja gjaldsmynstrið í einum landi. Eisini hjá fyritøkum, sum selja vørur til viðkomandi land. Og føroysku kanningarnar fara at fylgja sama leisti sum í hinum londunum, so tølini lættliga kunnu samanberast.
Annars metir Jákup Jensen, at mynstrið nú aftur er við at broytast í Føroyum.
- Undan kreppuni var nærum bert hugsað um at hava stóran umsetning, og minni um útistandandi pening. Hetta broytti kreppan soleiðis, at fokus var sett á at fáa pengarnar inn sum skjótast. Nú er mynstrið við at broytast aftur ímóti tí, ið var undan kreppuni, metir Jákup Jensen.
Ávaringarlampur
Og júst her hevur Intrum útgreinað eina ávaringarskipan, sum kundarnir kunnu leggja sær í geyma og verða tilvitaðir um. Hendan skipan umfatar:
• broytt innkeypsmynstur (keypa minni inn, versnandi likvitetur)
• størri innkeyp (kann merkja, at aðrir veitarar hava steðga kreditti)
• kreditt framum kontantavsláttur
• afturgjald í fleiri ratum
- Hetta nevnda kann metast sum ávaringarlampur, sum kortini ikki neyðturviliga merkja nakað ringt. Tað er eitt nú ikki neyðturviliga av tí ringa, um ein fyritøka fer at keypa meiri inn, vísir Jákup Jensen á
Nakrar aðrar reglur eru eisini, sum tó kunnu metast meiri »bleytar«, og hesar eru:
• afturlating av deildum ella pørtum av virkseminum
• stór útskifting í leiðsluni
• broytingar í eigaraviðurskiftunum
• broytingar av kontonummari ella peningastovni
Eitt annað, sum fyritøkur eisini skulu leggja sær í geyma, er, at 60% av teimum rokningum, ið ikki verða goldnar til tíðina, verða ikki goldnar við vilja, vísir áðurnevnda kanning
- So vit mæla kundum okkara at halda seg til sonevndu 2-2-2-skipanina. Fyrsta tveytalið stendur fyri at senda áminning innan tvær vikur eftir, at rokningin er fallin til gjaldingar. Annað tveytalið stendur fyri tveimum áminningum í mesta lagi, og hitt triðja fyri tveimum vikum millum áminningarnar í mesta lagi. Og tað hevur víst seg at virka sera væl, sigur Jákup Jensen, stjóri í Intrum Føroyar.