Kortini á borðið viðvíkjandi »Frank Jensenbandupptøkuni«

Johan Dahl, løgtingsmaður

 Lat okkum fáa sannleikan um, hvar bandupptøkurnar blivu av, á borðið, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður í viðmerking til Høgna Hoydal. Hann heldur, at slík framferð als ikki tænir føroysku skipanini


Sum táverðandi varaløgmaður og havandi embætisfólkini sum tín forlongdi armur í samband við samráðingarnar, sum fóru framm millum føroysku og donsku politikarar og embætisfólk í samband við fullveldismálið, er tað eisini tín uppgáva at hava tamarhald og eftirlit við hesum fólkum.
At embætisfólk, sum hava fingið at vita innan samráðingarnar byrjaðu, at bandupptøka av samráðingunum ikki bleiv góðtikin og kortini gera tað  av ókendari orsøk?  hoyra ikki heima í politiska embætisheiminum.
Slík tápulig og ikki sørt barnslig framferð tænir ikki álitinum á føroysku politisku skipanina og politikarum tess til tað betra.
Spurningur er settur til Høgna Hoydal, um hann kann siga, hvat bleiv av hesi bandupptøkuni  bleiv hon tilonkisgjørd ella er hon arkiverað.
Enn er onki greitt svar komið upp á henda spurning, og tað haldi eg, at Høgni Hoydal skyldar føroyingum at svara uppá.
Høgni veit, hvør embætismaðurin, (menninir) sum framdu hesa tápuligu gerð, eru og eigur at fáa greitt at vita, hvat bleiv av hesum upptøkum.
Lat okkum fáa sannleikan, um hvar bandupptøkurnar blivu av, á borðið .
faromar@post.olivant.fo