Kortanei til undirsjóvartunlar til Havnar

- Lat meg gera tað púra greitt: Tað skal ongin undirsjóvartunnil inn í Tórshavnar Kommunu, sum støðan er nú.

Nú kjakið um undirsjóvartunlar rættiliga er kyknað aftur, ger borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, púra greitt, at Tórshavnar Kommuna fer at seta ófrávíkiligar treytir fyri at geva loyvi til, at undirsjóvartunlar verða gjørdir inn í Tórshavnar Kommunu.

- Tórshavnar Býráð fer at nokta blankt fyri at geva undirsjóvartunlum loyvi at koma upp í Tórshavnar Kommunu, fyrrenn landið hevur gjørt allar tey neyðugu atkomuvegirnar inn í Havnina.

Í nógv ár hava bæði Løgting og Landsstýrið tosað um at gera atkomu vegir norðaneftir til Havnar, men enn er onki úrslit komið burtur úr.

- Tað einasta, vit hava sæð, er, at peningur, sum tosað hevur verið um at seta av til endamálið, verður ferð eftir ferð brúktur til onnur endamál ístaðin, sigur Heðin Mortensen.

- Í ár er onki sett av til endamálið og tað sigur mær alt um, hvussu raðfestingin er, leggur hann afturat.

Verða undirsjóvartunlar gjørdar, helst Eysturoyartunnilin, fer tað at økja munandi um ferðsluna í Havnini.

- Men skulu undirsjóvartunlar gerast inn á Tórshavnar Kommunu, skal Tórshavnar Býráð geva loyvi til tað.

- Tað fara vit undir ongum umstøðum at geva loyvi til fyrrenn landið hevur gjørt atkomuvegirnar, so at ruðuleikin við ferðslu inn og úr Havnini ikki verður størri enn hann er.

- Tað ber ikki til, at øll ferðsla inn og úr Havnini skal ígjøgnum Hoydalar, tað síggja vit hvønn einasta dag.

Borgarstjórin í Havnini ásannar, at tað ber til at ognartaka lendi.

Men tað er dýrt at ognartaka, og tað kann taka langa tíð, sigur hann.

Serliga kann tað draga út um so er, at kommunan setir føtur i spenni og brúka teir møguleikar, sum eru, at draga málið út.