Kortanei til brúkaragjald til sjúk fólk

- So leingi eg eri landsstýrismaður, kemur tað ikki upp á tal at taka brúkaragjald frá sjúkum fólki.

Men hann heldur, at Landssjúkrahúsið skal sleppa at taka onnur brúkaragjøld.

Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár og í tí sambandi hevur eitt ávíst orðaskifti hevur verið um brúkaragjøld í heilsuverkinum.

Tað er kemur eftir, at Sosialurin í dagsins blaði hevur víst á, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur heitt á landsstýrið um at fáa heimild at taka brúkaragjøld fyri ymsar tænastur, eitt nú fyri at kanna ítróttarfólk, vinnukavarar, sjófólk og aðrar kanningar, sum ikki hava samband við sjúku.

Tey hava eisini nevnt møguleikan, at taka eitt gjald upp á einar 100 krónur, tá ið fólk fara á skaðastovuna.

Men tað kemur ikki upp á tal at taka brúkaragjøld frá sjúkum fólki, so leingi eg eri landsstýrismaður, stafestir Karsten Hansen.

Tað verður ongantíð so, at fólk, sum fara á skaðastovuna, skulu noyðast hava eina hundraðkrónuseðil í lummanum, legði hann afturat.

Hinvegin segði hann, at hann gongur út frá, at Landssjúkrahúsið sleppur at taka onnur brúkaragjøld, har talan ikki er um sjúk fólk.

Hann vísir á, at í samband við summar vinnugreinar, eitt nú sjófólk, krevjast ávísar læknakanningar, men tær eru ókeypis.

Hetta eru annars kanningar, sum reiðarí mangan rinda fyri sjófólk, men Landssjúkrahúsið hevur ikki heimild at krevja gjaldið.

Men landssstýrismaðurin gongur út frá, at Landssjúkrahúsið sleppur at taka pening fyri slíkar tænastur.