Tað kemur ikki upp á tal, at landskassin fer at sanera skuld hjá teimum kommunum, sum eru ringast fyri fíggjarliga.
Tað staðfestu tinglimir í samgonguni í Løgtinginum í gjár.
Sostatt er greitt, at Jóannes Eidesgaard hevur ikki fulla undirtøku í samgonguni, tá ið hann fleiri ferðir hevur nevnt møguleikan fyri at sanera skuldina hjá teimum kommunum, sum eru mest skuldarbundnar.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur meiri enn einaferð róð framundir, at samgongan eigur at viðgera trupulleikan hjá teimum kommunum, sum eru mest skuldarbundnar.
Hann hevur fleiri ferðir víst á, at landskassin hevur áður sanerað vinnulív fyri milliardir, men at hann hevði havt nógv betri samvitsku av at sanera skuld hjá teimum fátækastu kommununum, enn hann hevur havt av at sanera vinnulívið.
Hann hevur víst á, at tá ið vit tosa um kommunurnar, eru tað okkara egnu borgarar, tað snýr seg um og hann heldur eisini, at ávísar kommunur eru so tyngdar av skuld, at tær í veruleikanum ikki eru virkisførar.
Tí hevur hann róð framundir, at tað er ein trupulleiki, sum landskassin eigur at gera nakað við.
Serliga umráðandi heldur hann tað vera, nú tosað verður um at leggja ávís øki undir kommunurnar at umsita, tí summar kommunur eru so hart fyrispentar, at tað er ein spurningur um tær eru førar fyri at veita borgarunum eitt nøktandi tilboð.
Mótstøða
Men tað eru ikki allir tinglimir í samgonguni, sum eru undir við hesum.
Bæði Heðin Zachariasen og Rodmundur Nielsen úr Fólkaflokkinum, hava gjørt púra greitt, at teir taka ikki undir við, at landskassin fer at sanera nakra kommunuskuld.
Í Løgtinginum í gjár gjørdi Rodmundur Nielsen púra greitt, at tað kemur ikki upp á tal at sanera kommunuskuld.
Og hann gjørdi somuleiðis greitt, at hetta er ein spurningur, sum als ikki er viðgjørdur í samgonguni.
Floksfelagi hansara, Heðin Zachariasen, var púra samdur og hann gjørdi eisini greitt, at tað verður ikki við hansara atkvøðu, at nøkur kommunuskuld verður sanerað.
Hann førdi fram, at tað eru kommunustýrislimirnir, ið hava ábyrgd av fíggjarligu viðurskiftunum hjá kommununi innanfyri teir karmar, sum lógin annars ásetir.
Men eisini tinglimur úr andstøðuna gjørdu vart við seg.
Annita á Fríðriksmørk helt, at hetta fer at eggja til ábyrgdarloysi og hon skilti ikki, hvussu nakar politikari kann tosa um at sanera kommunuskuld, samstundis sum fleiri fíggjarlig inntriv eru gjørd, sum raka teir veikastu bólkarnar í samfelagnum.
Hon helt eisini, at hetta er ein óheppin fráboðan at senda úr tinginum, tí tað, sum hetta í veruleikanum sigur kommunum kring landið, er, at tað ger onki at tær átaka sær skuld, tí tá ið hon er nóg stór, verður hon bara sanerað.