Kortanei til at byggja Musikkskúlan á Skálatrøð

Nú savna tey inn undirskriftir ímóti ætlanini hjá Tórshavnar Býráð

Musikkskúlin skal ikki byggjast á Skálatrøð.

 

Tað heldur Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützen, á Skálatrøð

 

Og stendur tað til hann, skal heldur onki annað byggjast á Skálatrøð.

Tískil hevur hann nú tikið stig til at savna inn undirskriftir ímóti ætlanini hjá Tórshavnar Kommunu at flyta musikkskúlan á Skálatrøð.

 

Upprunaliga var ætlanin at byggja hann við Norðurlandahúsið, men síðani varð hann fluttur á Landavegin.

 

Men nú verður aftur arbeitt við at flyta hann oman í Skálatrøð, har ætlanin eisini er at byggja tjóðpall.

 

Men nú hevur Høgni Lützen lagt adressu í Handlar og stovnar ymsastaðni í Havn, har fólk kunnu mótmæla, at musikkskúli verður bygdur á Skálatrøð.

 

Ístaðin skal býráðið halda fast um ”frálíku staðsetingina við Landavegin” sum hann málber seg.

 

- Tað er tað besta fyri musikskúlan og fyri handilslívið í miðbýnum, sigur hann.

 

- Skal vón verða fyri, at bilar kunnu parkera á Skálatrøð framyvir, skal ikki byggjast annað á Skálatrøð enn eitt parkeringshús, siur Høgni Lützen.

 

Í dag valdar longu ferðsluruðuleiki á Skálatrøð, leggur hann afturat.