- Eg eri harðliga ímóti at vit enn einaferð taka fótbóltin framum alt annað, ið eigur at verða gjørt á Tvøroyri.
Tað staðfestir Marjun Olsen, býráðslimur á Tvøroyri
Nú Tvøroyrar býráð hevur samtykt at kanna møguleikarnar fyri at byggja eina fótbóltshøll við heilum fótbóltsvølli á ítróttarøkinum við Stórá í Trongisvági, eru tað ikki allir býráðslimirnir, sum taka undir við tí.
Í fyrstu atløgu hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at biðja um fund við Fótbóltssambandi fyri at vita, hvst krevst av eini slíkari høll, og fyri at vita, hvørjir møguleikar eru fyri fíggjarligum stuðuli til hana.
Býráðslimir á Tvøroyri síggja fyri sær at teir byggja eina høll, sum kann brúkast til dystir í landskappingini í fótbólti, til landsdystir, og til venjing og venjingarlegur.
Men teir síggja eisini fyri sær at menna økið enn meiri, og at byggja smáttur til tey at gista í, sum leiga høllina.
Les eisini: Vilja byggja fótbóltshøll við heilum vølli á Tvøroyri
Men Marjun Olsen, sum umboðar Uttanflokkalistan í býráðnum, tekur ikki undir við hesum. Hon hevur onki ímóti, at býráðið fær fund í lag við Fótbóltssambandi. Men hon staðfestir samstundis, at hon er harðliga ímóti, at fótbólturin í kommununi enn einaferð verður tikin framum alt annað, sum eigur at verða gjørt á Tvøroyri.
Hon vísir á, at tað eru nógv onnur viðurskifti, sum liggja á láni at gera á Tvøroyri, eitt nú barnagarður og skúli.
- Men tað tykist sum um at alt má víkja fyri fótbóltinum, og tað verður ikki talan um, at eg taki undir við tí, leggur hon afturat.
Anita Vibergsdóttir, sum er býráðslimur fyri Fólkaflokkin, er partvís samd við Marjun.
- Fótbólturin skal hava góðar umstøður, og tað hevur hann eisini. Sjálvandi skulu vit hava framtíðarætlanir. Men eg eri púra samd í, at nú eru tað onnur øki, vit eiga at taka framum fótbóltin.
- Vit eiga eisini at hugsa um tey bleytu virðini í kommununi, og ikki bara um betong og rundar bóltar, helt hon fyri.
Eitt nú heldur hon, at tað er átrokandi at byggja ein nýggjan skúla. Men hon helt kortini, at fær kommunan møguleikan at byggja eina fótbóltshøll, er tað vert at hyggja at, legði hon afturat.
Men Hallur í Heiðinum, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, lýsti kanska støðuna hjá býráðnum væl, tá ið hann skemtiliga helt fyri, at hóast alt er størri lýsingavirði í Ronaldo enn í drotningini.
Hann heldur, at tað er ógvuliga skilagott at byggja ítróttarhøll í Trongisvági, tí tá ið undirsjóvartunnil er komin til Suðuroyar, er ein fótbóltshøll í Suðuroy ikki longur burtur frá Havnini, enn ein høll í Klaksvík hevði verið.
Kristin Michelsen,borgarstjóri, og aðrir býráðslimir, staðfesta, at tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at fótbóltsvøllurin skuldi bara vera fyrsta stigið í einum ítróttardepli við Stórá.









