- Umaftur SSL; nú er tolið uppi!
Tað sigur ein avgjørdur, Páll á Reynatúgvu, samgongutinglimur og løgtingsformaður, nú Strandfaraskip Landsins í dag hava lýst broytta ferðaætlan fyri siglingina hjá Teistanum um Skopunarfjørð.
Á sínari Facebook-síðu í kvøld gav Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, ilt av sær, og nú ger Páll á Reynatúgvu, samgongutinglimur og løgtingsformaður, tað sama.
Ein av mongu broytingunum í ferðaætlanini er, at Teistin, sum er farin úr Skopun fyrsta túr klokkan 06.45, nú skal loysa longu klokkan 06.30.
- Teistin fer ikki at sigla klokkan 06.30 á morgni! Heldur skal fráferðin verða klokkan 07.00 fyrsta túr. Hetta var ein púra greið niðurstøða á fundinum.
Fundurin, sum Páll á Reynatúgvu sipar til, er helst fundurin við landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old, herfyri.
- Tað kann ikki góðtakast, at SSL framhaldandi leypir órógv á okkum sandoyingar. Her má broyting koma í...og tað skjótt. Tolið er uppi!! sigur Páll á Reynatúgvu í kvøld.
Hann leggur aftrat, at tað verður vónleyst fyri smábarnafamiljurnar at fara heimanífrá so tíðliga á morgni.










