Kortanei at hækka pensjónsaldurin

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, er bæði fortørnaður og avgjørdur, tá hann púra avvísur, at hækka pensjónsaldurin. – Tað kemur als ikki upp á tal, sigur hann

- Eg vil fegin sláa fast, at tað eru ongar politiskar ætlanir um at hækka pensjónsaldurin.

Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Hann er rættiliga fortørnaður um, at embætisfólk føra síni tilmæli fram, sum var tað ein politisk avgerð.

- Tað eru ikki embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum og Landsbankanum, sum skulu stinga politisku kósina út í kortið viðvíkjandi pensjónum og pensjónsaldri, sigur Hans Pauli Strøm.

Hann sigur, at arbeiðssetningurin hjá bólkinum var at gera uppskot til eftirlønaruppsparing, og ikki at blanda alt møguligt annað uppí.

- Tað er ótrúligt. Somu fólk, sum fyri einum ári síðani vavdu samhaldsfasta upp í pensjónirnar. Nú vevja tey pensjónsaldur upp í spurningin um eftirlønaruppsparing, sigur Hans Pauli Strøm.

Hetta, heldur landsstýrismaðurin, er ikki uppgávan hjá embætisfólkum.

Hann er eisini firtin um, at hann sum avvarandi landsstýrismaður als ikki hevur verið eftirspurdur, tíansheldur kunnaðug.

- Eg havi als onga kunning fingið frá Fíggjarmálaráðnum, og einki hevur verið á mínum borði og vent. Vit mugu fáa eitt kjak um samlaðu eftirlønarstøðuna og framtíðarútlitini, men tað má gerast í samráð við avvarandi landsstýrismann, sigur Hans Pauli Strøm.

 

Halda fast við 67

Landsstýrismaðurin sigur, at sjálvandi skal hetta málið umrøðast og viðgerðast, men áðrenn nakað fer alment út, skal avvarandi landsstýrismaður – í hesum førinum Hans Pauli Strøm – verða tikin við upp á ráð.

At lond uttan um okkum hava hækkað sín pensjónsaldur rættvísgerð ikki, at vit í Føroyum gera tað sama.

- Í 80-unum lækkaðu fleiri lond teirra pensjónsaldur. Danmark lækkaði sín pensjónsaldur niður í 65 ár, onnur lond, eitt nú Týskland heilt niður í 60 ár, meðan uppaftur onnur lond lækkaðu pensjónsaldurin niður um 60 ár. Hesi lond hava nú sannað, at hesi stigini vóru ov drastisk, og tí hækka tey nú pensjónsaldurin, sigur Hans Pauli Strøm.

Men hetta, heldur hann, gevur ikki belegg fyri, at vit fara at pilka við okkara pensjónsaldur.

- Vit skulu halda fast við 67 ár, tað passar okkum best, sigur landsstýrismaðurin.

Tá talan kemur inn á alsamt vaksandi partin av eldri fólki, meðan tað verða færri og færri, sum verða til at rinda fyri pensjónirnar, so vísir Hans Pauli Strøm á, at Føroyar framvegis hava hægsta føðitíttleika í Europa.

- Tað er ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til og kanna nærri, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum.

 

Sápubløðra

Alt viðvíkjandi eldraøkinum og pensjónsviðurskiftunum skal diskuterast politiskt, og at einki skal gerast, uttan at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum tekur undir við tí. Og tá talan er um tað tilmæli, sum nú er komið frambiður landsstýrismaðurin fólk bara vera rólig.

- Eg kann róliga sissa fólk við, at hetta tilmælið er ein sápubløðra, sigur Hans Pauli Strøm.

Hann sigur seg víðari vera samdan við tí, sum Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, førdi fram á Rás2 í gjár.

- Nú er møguleikin til endiliga at fáa eina nøktandi eftirlønarskipan, sigur Hans Pauli Strøm.

Hann sigur, at ein nýggj eftirlønarskipan skal mennast, men tað verður ikki eftir tí leisti, sum arbeiðsbólkurin í gjár kom við.

- Har eru aðrir møguleikar. Eitt nú kundi verið hugt at mótrokningarskipanini í fólkapensjónini. Men eg skal sláa fast, at tað kemur ikki upp á tal at hækka pensjónsaldurin, sigur Hans Pauli Strøm.

Hann vil tó ikki skýra arbeiðið hjá nevndini fyri burturspilt.

- Tað er alla æru vert, og í prinsippinum gott, at hugt verður at øllum aspektum, men tað er betri at føra ein meiri positivan eldrapolitikk. So heldur enn at hækka pensjónsaldurin, áttu vit at eggja fólki til at hildi fram at arbeitt eftir pensjónsaldurin. Ella í hvussu er givið fólki møguleikan sjálvi at velja, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.