Kórstevnan 1998

verður í Fuglafirði 7.?9. mai

Tríati ár eru liðin, síðan árliga kórstevnan á fyrsta sinni varð hildin úti á bygd í Føroyum.

Tað vóru fuglfirðingar við Herlufi Berthelsen á odda, sum tóku táttin upp eftir fyrstu stevnuna í Havn árið fyri og buðu til kórstevnudag í Fuglafirði. Tí kundi Frits Johannesen vegna kórini í Fuglafirði á kórstevnuveitsluni í fjør bjóða øllum kórsangarum í landinum til annað 30 ára stevnuhaldið í teirra musisku heimbygd í ár.

Stevnan verður hildin í dýrabiðidags vikuskiftinum, byrjar hóskvøldið 7. mai og heldur so fram eftir vanliga mynstrinum fríggjadag og leygardag við samsangi, hugnaligari samveru og konsertum og við veitsluhaldi út á sunnumorgunin 10. mai.

Høvuðskórleiðari í ár verður Garðar Cortez, navnframur tenorsangari við drúgvum royndum sum leiðari m.a. bæði av Operakórinum og Karlakóri Reykjavíkur. Sungnir verða helst íslendskir og norðurlendskir sangir, men eisini fara føroyskir kórleiðarar at stjórna onkrum føroyskum við felagskórinum.

Umframt í blandaðum kóri, sum er høvuðstátturin í stevnunum, verður í ár eisini sungið bæði í manskóri og í kvinnukóri.

Limakór kórsambandsins hava fingið innbjóðing, men tey »kórleysu« eru líka so vælkomin á stevnuna. Men seinasta freist til tilmeldingar er sett at verða týsdagin 15. apríl. Tá skulu tær 200 krónurnar, sum luttøka, matur og gisting kosta, umframt 150 kr., sum veitslan kostar, verða flutt á konto nr. 6460-410.016.8 í Føroya Sparikassa.

Um onkur heldur vil búgva privat enn í felagsrúmi á skúla, ber tað eisini til.

Fyrireikandi felagsvenjingar verða tvær: Sunnudagin 26. apríl kl. 15-18 á Felagsskúlanum á Oyrarbakka og sunnudagin 3. mai kl. 15-18 á Føroya Læraraskúla.

Fólk eru annars vælkomin við spurningum til lokalu fyrireikararnar og til Kórsamband Føroya.


Vegna lokalu

fyrireikararnar

Ingibjørg Abrahamsen,

tlf. 44342

Páll Laksáfoss, tlf. 44048

Steintór Larsen, tlf. 44602


Vegna Kórsamband

Føroya

Sigvør Laksá, tlf. 44900

Frits Johannesen,

tlf. 44326

Ólavur Hátún, tlf. 16462