Koronusmittan spjaðir seg kring heimin

Í fleiri afrikanskum londum, har omikron-frábrigdið fyrst varð staðfest, er talið av smittutilburðum nógv vaksið. 

Seinastu vikuna hevur miðaltalið av smittutilburðum kring heimin verið 750.000 um dagin.

 

Sambært AFP er hetta ein vøkstur í tilburðum á 18 prosent í mun til vikuna fyri.

 

Tað hevur verið ein javnur vøkstur í smittuspjaðingini seinastu tíggju vikurnar, og í prosentum hevur virusið spjatt seg mest í londum við Kyrrahavið.

 

Í USA og Kanada er smittan økt við 55 prosetum seinastu vikuna. Hinvegin eru smittutølini minkað við ávikavist 13 og 12 prosentum í Asia og Miðeystri.

 

Í fleiri afrikanskum londum, har omikron-frábrigdið fyrstu ferð varð staðfest, eru smittutølini nógv økt.

 

Lagt verður aftrat, at í Etiopia verður snakkað um eina sjeyfalding, í Kenya um eina fimmfalding, og í Zambia er talan næstan um eina ferfalding.