Menniskjaheilin vil undir øllum umstøðum gera sítt til at halda okkum trygg, og tí leita vit eftir vandum í umhvørvinum kring okkum, og soleiðis er eisini tá vit hugsa um framtíðina. Óvissa støðan í samfelagnum ger eisini, at vit kunnu kenna okkum ótrygg, tí vit kenna ikki vandarnir, ið kunnu liggja fyri framman.
– Tey flestu av okkum eru væl fyri kropsliga og sálarliga, men tað elvir kortini til strongd og stúran hjá summum, tá tey ikki vita, hvussu lívið fer at síggja út komandi tíðina, tí framtíðarætlanirnar knappliga kunnu gerast óviðkomandi, sigur Gurið Simonsen, sálarfrøðingur.
Hendan støðan ger, at vit vegna óvissuna um, hvørjar avleiðingarnar verða og hvussu leingi tað fer at standa við ikki vita, hvat fer at henda. Og tað kann gerast meir stressandi, tá vit ikki vita, hvat fer at henda, enn tá vit vita, at eitthvørt ræðuligt fer at henda. Tí tá okkurt ringt er ávegis, so fáa vit fyrireika okkum og lagt eina ætlan. Í hesi støðuni ber tað ikki til, greiðir hon frá.
– Persónliga havi eg upplivað, at fólk tykjast forvirrað heldur enn sorgarfull, nú hendan heilsukreppan herjar. Tey vita ikki, hvussu samfelagið fer at síggja út og fáa ikki lagt til rættis, sigur hon.
Les eina longri samrøðu við Gurið Simonsen um óttan fyri koroavirusi, ið mong stríðast við nú á døgum, í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í leysasølu kring landið og talgiltur her