Korona: Vit halda tørn

Nú eru 9.857 føroyingar kannaðir fyri korona

Tað er framvegis ikki nakar føroyingur, sum er smittaður við korona – í hvussu so er tað, vit vita av.

Og nú eru tilsamans 9.857 fólk kannað, upplýsir Landslæknin.

Tað merkir, at tað framvegis eru 187 føroyingar ið hava fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru frískir. 

Í gjár vórðu 180 fólk kannað og allar royndirnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl og sostatt hava allar tær 3.578 royndirnar verið negativar.