Tað er ikki nakað, sum vit hava umhugsað. Tað sigur Tummas í Garði, sum er limur í føroysku koppsetingarnevndini í sambandi við koronu.
Í Danmark hava myndugleikarnir gjørt av at gevast at brúka koppingarevnið frá Astrazeneca, og samstundis hava teir eisini gjørt av, at koppingarevnið frá Johnson og Johnson, skal ikki takast í brúk.
Orsøkin er, at nøkur fólk, sum eru koppsett við hesum báðum evnunum, hava fingið blóðpropp í høvdið og illgruni er um, at tað hevur sambandi við koppingarevnið.
Men kortini hava myndugleikarnir í Danmark umhugsað at seta eina skipan í verk, har fólk, sjálvboðin, kunnu melda seg til at verða koppsett við astrazeneca.
Hetta er ein ætlan, sum er rættiliga umstrídd í Danmark, tí serfrøðingar halda, at hetta er ein so tórførur spurningur at taka støðu til, at tað eru fólk ikki før fyri. Aðrir serfrøðingar halda, at fólk kunnu koma undir trýst frá arbeiðsgevarum og øðrum, um at lata seg koppseta við Astrazeneca, hóast tey ikki hava hug til tað.
Tí halda tey, at hetta er ein spurningur, sum myndugleikarnir at taka avgerð um, tí tað skal ikki latast upp í hendurnar á einstaklingum.
Tummas í Garði sigur, at hetta er ikki ein spurningur, tey hava umhugsað í Føroyum, í hvussu so er ikki enn. Men annars ber illa til at spáa um framtíðina, men sum støðan er nú, er tað ikki aktuelt.
Hann sigur, at í sambandi við koppseting, er støðan rættiliga góð í Føroyum, og hon er betri enn í Danmark. Samstundis eru vit eisini at kalla koronufrí her á landi, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tað liggur í kortini, at hesa næstu tíðina fer PfizerBiontech at økja framleiðsluna av koppingarevnum, og tað merkir, at sum tað sær út nú, fer nøgdin, vit fara at fáa av kppingarevnum, at økjast munandi.
So samanumtikið er støðan í Føroyum rættiliga góð og tí hava vit ikki umhugsa, at fara undir eina sjálvbodna skipan við Astrazeneca, sigur Tummas í Garði.