Nú verða stig tikin fyri at forða fyri, at sjúklingahotellið Tórshavn, í Keypmannahavn, aftur skal verða rakt av koronu. Tað boðar Landssjúkrahúsið frá í dag.
Herfyri varð staðfest, at ein avvarðandi, sum gisti á hotellinum, hevði Koronu. Tað var ein hvøkkur, tí á hotellinum eru nógv fólk, sum ikki tola at fáa sjúkuna. Men tey sluppu við hvøkkinum, tí smittan hevði ikki breitt seg, og eingin annar fekk staðfest koronu.
https://www.in.fo/news-detail/news/tad-kundi-verid-nogv-verri-1/?no_cache=1Les meiri um tað her: Tað kundi verið nógv verri
Men nú verða so tiltøk sett í verk at forða fyri, at hetta skal endurtaka seg. Hereftir skulu tískil allir sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar, og sum skulu gista á hotellinum, kannast fyri koronu, áðrenn teir fara avstað. Og tað sama er galdandi fyri øll teirra avvarðandi, sum fara við, og sum skulu gista á hotellinum.
Landssjúkrahúsið boðar frá, at hetta sama verður galdandi fyri sjúklingar, sum verða lagdir inn á sjúkrahús uttanlands, og har sjúkrahúsið krevur, at tey eru kannað fyri koronu, áðrenn tey verða innløgd.