Korona: Vil hava at vita hví tilmælið er linkað

Løgmaður skal greiða frá um tað var ein politisk avgerð, ella um tað var ein heilsufaklig avgerð, at linka tilmælini til tey, sum koma til Føroyar

Nú skal Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, enn eina ferð svara einum spurningi um korona. Seinastu tíðina er korona rættiliga farið at gera um seg aftur, eftir at friður hevði verið í rættiliga langa tíð. Men tann 14. Mai linkaði landsstýrið tilmælið um sóttarhald til tey, sum koma til Føroya.

 

Tað er als ikki sagt, at tað er nakar samanhangur, men eina góða viku eftir fór korona rættiliga at gera um seg og upp undir seinasta vikuskiftið mælti landsstýrið til, at øll tiltøk, har nógv fólk samlast, verða avlýst hesa vikuna. Myndugleikarnir ásannaðu nevniliga, at í løtuni er ikki tamarhald á smittustøðuni.

 

Og nú vil Sirið Stenberg, tingkvinan fyri Tjóðveldi, hava eina grundgeving frá løgmanni fyri, hví tilmælini til tey, sum koma til Føroya, vórðu linka.

 

Tí vil hon hava løgmann at greiða frá, hví landsstýrið linkaði tilmælini um at tey, sum koma til Føroya, skulu fara í sóttarhald teir fyrstu dagarnar. Hon vil eisini hava løgmann at greiða frá, um tað var eitt heilsufakligt tilmælið, at tilmælini vórðu linkað, ella um tað var ein politisk avgerð. Og samstundis vil hon hava at vita um tilmælini verða herd aftur.

 

Sirið Stenberg sigur, at nú korona aftur er farið at gera um seg, eru tað nógv, sum undrast á, at tilmælið varð slept um um, at tey, sum koma til Føroya, skulu fara í sóttarhald. Hon vísir eisini á, at heilsufakligi myndugleikin hevur alment boðað frá, at tamarhald er ikki á støðuni.

 

Tilmælini til fólk, sum koma til Føroyar, eru, at tey skulu lata seg kanna um aftur, fjórða dagin, tey eru her. Men frá tí at tey koma, til tey eru kannað aftur, eiga fólk at vera í tað, tey kalla, tillagaðum sóttarhaldi.

 

Hetta merkir, at tey skulu halda seg burtur frá størri mannfjøldum, har smittan skjótt kann breiðast. Hetta kann vera føðingardøgum, veitslum, náttarlívinum, kirkjum og samkomum, og størri ítrótta- og tónleikatiltøkum.

 

Tey skulu ikki undir nøkrum umstøðum vitjar skyldfólk ella vinfólk á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn tað er staðfest, at kanningin tann fjórða dagin er negativ. Hinvegin kunnu tey fara á matstovu, til sjónleik ella í biograf, har tað ber til at halda ein metur frástøðu undir skipaðum umstøðum.

 

Eisini tey, sum eru koppsett tvær ferðir og tey, sum hava havt koronu, eiga at verða kannað um aftur tann fjórða dagin, men tað er ikki neyðugt at tey fara í sóttarhald.