Korona: Umhugsa at seta nógv strangari tiltøk í verk í Føroyum

– Og tá kann tað verða tað heilt alvorligt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

 

– Tað gongur rætt og slætt ikki, at nøkur ikki taka støðuna í álvara.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Sum vit skrivaðu í áðni, vita tey um, at tað eru nøkur fólk, sum ikki taka tilmælini um sóttarhald í álvara og sum sostatt ikki gera eftir boðunum um, hvussu vit skulu bera okkum at.

 Les meiri um tað her: Landslæknin ávarar um korona: Fólk taka ikki sóttarhaldið í álvara

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hetta kann rætt og slætt ikki góðtakast. Hann sigur, at tískil umhugsar landsstýrið nú at seta onnur tiltøk í verk, sum eru nógv strangari enn tað, sum nú er galdandi.

Í Danmark hevur Fólkatingið samtykt lógarbroytingar, sum geva myndugleikunum víttfevndar heimildir í royndunum at forða fyri at koronasmittan breiðir seg.

Eitt nú kunnu myndugleikarnir tvingsilskanna og tvingsilsviðgera fólk, myndugleikarnir kunnu eisini tvinga fólk í sóttarhald og myndugleikarnar kunnu taka seg inn í privat heim eftir fólki – uttan at loyvi til tað krevst frammanundan frá einum dómara.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at landsstýrinum eru tey eisini farin at umhugsa at seta líknandi tiltøk í verk í Føroyum.

– Gera vit tað, verður støðan heilt alvorligt, tí tað eru rættiliga víðgongd stig at taka, sigur hann.

Hann leggur kortini afturat, at enn er eingin avgerð tikin, men støðan verður umhugsað í fullum álvara.

Hann sigur, at helst vilja tey sleppa undan at seta slíkt tiltøk í verk. Men tað gongur bara slett ikki, at tað eru nøkur, sum ikki taka tað í álvara og sum ikki fylgja tilmælunum um at fara í sóttarhald.

– Vit hava fingið nakrar fráboðanir um, at fólk ikki taka tilmælið um sóttarhald í álvara.

Hann sigur, at tað eru eini 99,9 prosent, sum taka hetta í fullum álvara. Men tað skal bara eitt einstakt fólk til, sum ikki tekur tað í álvara, so kann tað enda galið, tí eitt einstakt fólk kann elva til at fleiri hundrað verða smittað við korona.

– Og tað ger meg bæði illan og keddan, at summi hugsa so lítið, tí vit vita, at fylgja vit øll teimum tilmælum, sum verða givin, fara vit at koma rættiliga snikkaleys ígjøgnum hetta ódnarveðrið, sigur hann.